Sum ungur spældi Lasse í feløgum í Roskilde, har hann varð føddur og vaks upp, men sum 14 ára gamal skifti hann til Lyngby BK, sum leggur nógv í ungdómsarbeiði og hevur uppfostrað nógvar navnframar fótbóltsleikarar. Hann var eitt risa talent og við heili 18 málum í 20 dystum fyri U17-landsliðið varð hann eisini kosin kosin "Under-17 Player of the Year" í Danmark. Ein heiður, sum navnframir menn sum Nicklas Bendtner og Christian Eriksen seinni hava vunnið.
Hetta varð lagt til merkis uttanlands, og í 2004 hevði hollendska PSV Eindhoven vunnið undirskrift hansara og spældi hann í ungdómsdeildini har. Tilveran miseydnaðist og flutti hann aftur til Danmarkar longu árið eftir, har hann spældi við eykaliðnum hjá FCK.
Gekk skeivan veg
Á eykaliðnum hjá FCK treiv hann aftur í at skora hópin av málum. 12 mál í 14 dystum fekk ikki Ståle Solbakken at ivast, og valdi norðmaðurin at lima hann inn í hópin hjá besta liðnum. Her skeyt hann tvey mál í seks dystum, áðrenn tað fór at tróta við leiktíð og hann valdi at skifta aftur til Lyngby BK.
Summarið 2009 hevði hann framvegis ikki fingið nøktandi av leiktíð í Lyngby BK, og valdi hann at skifta til Nordvest FC í triðbestu deildini. Her royndist hann væl í tvey ár, áðrenn hann summarið 2011 skifti til Næstved í næstbestu deildini. Her var hann í eitt hálvt kappingarár og fekk skotið tvey mál, men vantandi leiktíð sendi hann enn einfarð á dyr at leita sær eftir nýggjum felagi.
Nordvest FC vildi aftur hava klørnar í hann, men tá segði hann við bold.dk, at triðbesta deildin var ov lágt støði til hansara.
Ísland ella Føroyar
Síðani miðskeiðis í desembur í fjør hevur Lasse leitað sær eftir nýggjum felagi. Hann hevur royndarvant í íslandska Grindavík, men hann var ikki nøgdur við munnliga tilboðið frá íslendingunum, og hevur hann síðani verið til royndarvenjingar í Gøtu hjá Víkingi.
Tað gekst sera væl og við tveimum málum og tveimum uppleggum í stórsigri í venjingardysti ímóti Skála, fekk Lasse sett síni merki og seinni bjóðað eitt ára sáttmála frá Víkingi.
Hann tók av tilboðnum og skal hann nú vera við til at hjálpa nýggja felagi sínum í eitt nú Europa League, sum helst man hava vigað eitt sindur í avgerðini hjá honum at spæla í Føroyum.