? Eg vil fegin verða við til at lyfta Sjálvstýrisflokkin upp úr trupulleikunum, segði Lasse Klein, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður við Deg og Viku í týskvøldið, samstundis sum boðað varð frá, at hann hevur játtað at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy til næsta løgtingsval.
Mikið rok hevur verið um Sjálvstýrisflokkin, síðani Sámal Petur í Grund bjóðaði Helenu Dam á Neystabø av til formansvalið.
Úrslitið av hesum stríði gjørdist, at Helena Dam á Neystabø meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum.
Eftir lemjandi ósigurin hjá flokkinum til fólkatingsvalið ? og serliga hjá floksformanninum, Sámal Peturi í Grund, valdi hann at leggja frá sær, og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, er nú formaður Sjálvstýrisfloksins.
Persónliga valið hjá Sámali Petur í Grund var sera vánaligt. Hann misti 1.045 atkvøður í mun til seinasta fólkatingsval og fekk einans 73 atkvøður kring alt landið. Í hansara egna valdømi, Eysturoy, fekk hann einans 21 atkvøður í móti 365 til seinasta fólkatingsval og 533 til seinasta løgtingsval.
Í Degi og Viku varð eisini sagt, at Lasse Klein stillar upp, líka mikið um Sámal Petur í Grund verður á sama lista ella ikki.
Tí er tað ymiskt sum bendir á, at tað verður kapping millum Sámal Petur í Grund og Lassa Klein um at vinna løgtingssessin hjá Sjálvstýrisflokkinum aftur í Eysturoynni. Talan er um eitt eykamandat, so tað kann eisini fella aðra staðni í landinum.
Lasse Klein varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy í 1988 og í 1990. Í 1994 varð hann valdur fyri Kristiliga Fólkaflokkin í Eysturoy, men hann varð ikki afturvaldur til valið í 1998. Hann fekk tá 147 atkvøður í Eysturoy.










