Lassana Diarra, sum fyri fáum árum síðani taldist sum ein av mest lovandi defensivu miðvallarum í heiminum, fer møguliga at spæla aftur í Premier League innan leingi.
Fyrrverandi Arsenal, Chelsea og Real Madrid leikarin, ið seinast hevur spælt í Russlandi, er í løtuni og royndarvenur við West Ham.
Og sambært Sam Allardyce, West Ham venjara, eru útlit fyri, at Lassana Diarra fer at spæla við West Ham.
- Lassana Diarra venur við okkum. Hann hevur ikki skrivað undir enn, men tað er ógvuliga tætt uppá, at vit fara at gera ein sáttmála við hann. Hann kemur at vera ein góður styrkur hjá okkum, tí hann hevur nógvar altjóða royndir.
29 ára gamli Lassana Diarra hevur leikt 28 dystir á franska landsliðnum.