Lasarettfótbóltur

Burtursæð frá, at børan javnan kom inn á á vølli eftir skaddum spælarum, skortaðu mál og undirhald ikki – men munur sást ikki á toppi og botni í Gundadali í gjár

– Trý stig í dag eru so líka nógv, sum vit hava fingið burtur úr trimum teimum síðstu dystunum, staðfesti ein av HB-fjepparunum eftir dystin í Gundadali í gjár, tá HB vann 4-3 í málríku uppgerðini ímóti 07 Vestur.

HB hevði undan hesum dysti tríggjar ferðir á rað spælt javnt, og tað hevði nú einki forgjørt verið í, um dysturin ímóti 07 Vestur eisini endaði við javnleiki, tí her sást lítið og einki til, at HB er oddalið og 07 Vestur botnlið í Vodafonedeildini.

HB sat á fyrsta hálva tímanum og hevði bóltin nógv, men tað gjørdist ikki til stórvegis annað enn bóltflyting og smákjansir. Minst líka stórur vandi var á ferð, tá 07 Vestur fór fram á vøllin í sínum skjótálopum, sum eitt nú kostaðu HB-verjuni tvey gul kort.

Felags fyri báðar partar var, at verjuspælið var nakað av tí vánaligasta, tú kanst vænta tær at síggja í bestu mansdeildini, og tað – og ikki perlandi álopsspæl – var orsøkin til, at heili sjey mál komu í dystinum, sum tí var stak undirhaldandi.


Nógvir skaðar

Skaðar settu tó sín keðiliga dám á dystin, og ógvusligt sá tað út, tá Hans á Lag hevði blóð um alt andlitið, tí onnur eygnabrúgvin skrædnaði og kravdi fimm pentur, eftir at hann og Jóhan Petur á Stongum hendiliga smekkaðu høvdini saman, tá 07 Vestur hevði eitt hornaspark í fyrra hálvleiki.

Hans hevði einar 10 minuttir undan hesum verið partur í takling, sum var ov hørð til, at Jovan Panic fekk hildið fram, og fáar minuttir inn í seinna hálvleik fór Milan Pejcic eisini skaddur av vøllin.

Beint fyri steðgin var ógvusligasta hendingin av skaðaslagnum tó, tá ein av nýggju monnunum hjá 07 Vestur, Tamba Yarjah, heglaði fótin niður á beinið á Vagni Mohr Mortensen, sum var knappur og hevndi seg, áðrenn hann small niður.

Alt hetta hendi, uttan at bólturin í nánd, men meðan Vagnur fekk gult kort fyri hevnisøku, slapp Tamba púra undan at síggja reyða kortið, hann av sonnum hevði uppborið fyri svínastrikuna!


Eingin munur

Besta løtan í dystinum var síðsta korterið av fyrra hálvleiki, tá fimm av teimum sjey málunum vórðu skotin. Har vóru enntá kjansir til fleiri, men nógv meira kann ikki krevjast av slíkum í bara 15 minuttir.

Tað vóru gestirnir, ið løgdu bragdligari fyri eftir steðgin, og fyrstu fimm minuttirnar mátti Marcin Dawid tvær ferðir vísa síni bestu kynstur. Hevði 07 Vestur lagt seg á odda hesa løtuna, kundi dysturin endað sum hvat sum helst, men sum so ofta kendi 07 Vestur ikki sína vitjunartíð.

Og tá so HB legði seg á odda, tá eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki, fall vágaliðið púra í fátt og megnaði stórt sæð ikki at hótta meira í restini av dystinum. Tað eydnaðist 07 Vestur at skora eina ferð aftrat, men tá var longu liðugt.

Men hóast botnliðið tapti fyri ellivtu ferð í ár, kunnu vágamenn fegnast um, at teir samanumtikið lítið og einki stóðu aftan fyri oddaliðið. So er spurningurin bara, um tað ikki er ein stokkutur uggi…




MYNDATEKSTUR:

Vagnur Mohr Mortensen venar seg á børuni, eftir at Tamba Yarjah hevur heglað hann út úr dystinum. Vagnur fekk gult kort fyri at hevna seg, meðan Yarjah bert slapp undan útvísingini, tí dómarar ikki kunnu døma tað, teir ikki síggja!

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir