Lasanja við rossakjøti seld í Danmark

Í Danmark hevur felagsskapurin De Samvirkende Købmænd nú boðað frá, at handlar hava selt lasanju við rossakjøti. Felagsskapurin leggur afturat, at vøran varð tikin úr handlunum í síðstu viku, tá tað kom fram, at rossakjøt kundi vera í henni.

Tað eru millum annað handlar hjá ketunum Spar og Superbest, sum hava selt lasanjuna. Lasanjan, sum teir donsku handlarnir hava selt, er frá einum fronskum virki.

Vørurnar, sum eru tiknar aftur, hava hesi frámerki:

Best Lasagne, 400g, EAN-nr. 5701410030094 og First Price Lasagne, 1000g, EAN-nr. 5704010046668.

Tað er ikki heilsuskaðiligt at eta hesi sløgini av lasanju, men hóast vørulýsingin sigur, at tað er oksakjøt í teimum, kann rossakjøt vera uppií.