Larsson: Øll æra til Føroya

– Tað eru miðlarnir, ið tosa mest um, at vit eiga at vinna nógv og tryggja okkum góðan málmun, men vit spælarar vita, at tað er eingin, sum fær nakað fyri einki ímóti Føroyum. Øll æra til tykkara spælarar fyri tað.

 

Tað sigur svenski miðvallarspælarin, Sebastian Larsson, ið nógvir føroyingar óivað eisini kenna frá enska Premier League-felagnum, Sunderland.

 

– Vit hava framvegis sum mál at koma við til HM, og nú liggur tað í okkara egnu hondum, um vit skulu koma til Brasil ella ikki, sigur Larsson.

 

Hoyr samrøðuna við hann niðanfyri: