Norðlýsið skrivar á heimasíðuni í dag, at miðilin hevur fingið fatur á allari frágreiðingini hjá Bárði Larsen, eisini tí partinum, sum ikki hevur verið almennur.
Norðlýsið siterar úr frágreiðingini og eftir øllum at døma er niðurstøðan hjá Bárði Larsen munandi hvassari orðað enn tað, sum stendur í almennu frágreiðingini, sum Fíggjarmálaráðið lat úr hondum týsdagin. Tí meðan tann almenni parturin sigur soleiðis: "Á tí grundarlagið er mítt tilmæli, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Hervið verður sagt, at málið liggur nær við eina støðu eftir § 139 um villleiðing, men onki er sagt um, hvørt undirritaði metir, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist, ella at málið seinni vil føra til dóms, einans at fútin má gera metingina, um svik er framt, og hvørt møguligar aðrar fortreytir fyri at reisa ákæru eru loknar"
So sigur enn óalmenni parturin, sum Norðlýsið hevur fingið hendur á, soleiðis:
- At Eik fram til fyrru avgerðina 30. Juni 2015 afturhelt upplýsingum og teknaði eina mynd av málinum fyri TAKS, ið var egnað til at geva eina ófullfíggjaða og skeiva mynd av málinum, tað váttar eisini seinni gongdina í málinum, tá málið tíðliga í 2016 verður tikið upp aftur.
Og víðari:
- Í hesum málinum hava grannskoðarar og onnur beinleiðis leitt uppmerksemið hjá leiðsluni í Eik á, hvat er týðandi at fáa avklárað við TAKS. Tá Eik kortini ikki sigur nakað um tað og ikki gevur upplýsingar um hesi viðurskifti til TAKS, so er nærliggjandi at halda, at tað liggur eitt tilvitað val aftanfyri, um ikki at geva TAKS teir upplýsingar, sum kunnu leiða TAKS á ”skeiva” kós móti eini avgerð, ið ikki er til fyrimuns fyri Eik.
-Tískil heldur undirritaði, at tað hevði verið rættast at latið fútanum málið, so fútin kann leggja eina praksis og gera av, um vantandi upplýsingum av málinum frá síðuni hjá Eik eftir hansara meting kemur undir …”á annan hátt villleiðandi upplýsingar".