Danski filmsleikstjórin Lars von Trier hevur fingið at vita, at hann er óynsktur á altjóða filmfestivalinum í Cannes í Fraklandi. Orsøkin er, at Lars von Trier á einum tíðindafundi í gjár segði seg hava samhuga við Adolf Hitler. Tað góðtekur leiðslan á festivalinum ikki, og tí hevur danski leikstjórin fingið at vita, at hann er óynsktur har.
Danska TV2 sigur, at hetta er fyrstu ferð, at ein leikstjóri hevur fingið tílík boð á festivalinum í Canes.
Avgerðin fær tó ikki ávirkan á filmin ?Melancholia?, sum Lars von Trier hevur leikstjórnað, og sum er við í kappingini í Cannes um at vinna heitið sum besti filmur.