Lars: - Vit eru komnir langt uppá tvey ár

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Lars Olsen, landsliðsvenjara her.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við landsliðsvenjaran, Lars Olsen, aftaná tepra 0-1 tapið ímóti Rumenia fyrr í dag.

 

Lars heldur, at føroysku spælararnir eru komnir langt leikliga uppá tvey ár.  Hann er sera væl nøgdur við avrikið, men ásannar tó, at byrjanin av dystinum var heldur fjálturstungin. Men hann fegnast um, at føroyska liðið var við allan dystin.