Tað verður við trimum í miðverjuni, at føroyska landsliðið í morgin skal takast við Andorra í HM undankappingardystinum á Tórsvølli. Tað avdúkaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, á tíðindafundinum í dag.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg kann siga so mikið sum, at vit at byrja við koma at halda fast í somu spælskipan sum í Portugal, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Les eisini: (Andorra) Mugu ikki gera mistøk
Hann vil ikki siga hvør byrjar inni, men at talan ikki verður um eitt heilt nýtt lið. Út frá venjingini í dag sær út til, at tað verður ein broyting. Fróði Benjaminsen kemur inn fyri René Shaki Joensen. Liðið verður kunngjørt fyri spælarunum á taktikkfundinum, sum verður á middegi í morgin.
Les eisini: (Vit gita liðið) Ein broyting
Lars Olsen vónar eisini, at føroyska liðið fær góðan stuðul frá áskoðarunum á Tórsvølli í morgin, men mælir sínum egnu spælarum til at verða tolir í spælinum, tí dysturin móti Andorra verður ein torførur dystur.
Landsdysturin móti Andorra verður í morgin klokkan 17 á Tórsvølli. Rás2 sigur dystinum og byrjar at spæla upptakt frá klokkan 14.