Lars: Viljormur á vippuni

Spælir Viljormur Davidsen ikki í annaðkvøld, so spælir hann ikki móti Grikkalandi

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, vónar at Viljormur Davidsen er blivin frískur eftir sjúkralegu og spælir við Vejle í annaðkvøld móti AGF. Viljormur hevur sitið uttanfyri við virus í eina viku ella so.

 

- Eg taki støðu til Viljorm í annaðkvøld, tá Vejle spælir móti AGF. Spælir hann ikki, so vænti eg ikki at hann verður úttikin, sigur Lars Olsen landsliðsvenjari við info í kvøld.

 

Meðan Viljormur Davidsen er ivasamur, so er greitt at hin føroyski vinstri bakkurin í donskum fótbólti, Ári M. Jónsson úr Silkeborg, heldur ikki verður við.

 

- Tí havi eg úttikið Hanus Jacobsen til landsliðsvenjingarnar, sigur Lars Olsen, sum í annaðkvøld úttekur hópin til landsdystin móti Gikkalandi.

 

Landsliðið hevði í dag sína næst seinastu venjing á Tórsvølli. Landsdysturin móti Grikkalandi verður í Grikkalandi 14. november.