Í dag kom føroyska landsliðið til Spania, har teir eru á venjingarlegu og skulu spæla móti Gibraltar og Malaga. Hetta eru fyrstu fyrireikingarnar til EM 2016 undankappingina, har Føroyar eru í bólki við Grikkalandi, Ungarn, Rumenia, Finnlandi og Norðurírlandi.
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, kundi ynskt sær ein øðrvísi bólk, men letur væl at styrkini hjá mótstøðuliðunum.
- Eg vónaði, at fáa lond við bretskum ella norðurlendskum spælistíli. Í so máta eru trý tey sterkastu londini í bólkinum ikki ynski mótstøðulið. Tað eru hinvegin Finnland og Norðurírland, sigur Lars Olsen og leggur afturat.
- Tað vísur seg, at vit hava torført við at spæla móti liðnum við suðurlendskum og eysturevropskum spælistíli. Har teir hava skjótar og tekniskar spælara við skjótum stuttum avlevringum. Tá passar bretski spælistílurin, við nógv longum sendingum, okkum betri, greiðir Lars Olsen frá.
Ynskti Danmark og Ongland
Lars Olsen, sum í 1992 lyfti EM steypið fyri Danmark, vónandi til tað seinasta, at Føroyar komu í bólk við Danmark.
- Tað hevði verið stuttligt. Ikki bara fyri meg, men eisini fyri føroyingar. Tað hevði verið ein stuttlig og spennandi uppgerð, men soleiðis skuldi tað ikki blíva, sigur Lars Olsen, sum eins og flestu føroyingar eisini vónaði at fáa Ongland í okkara bólk.
- Ja, eg hevði eisini eitt ynski um at koma í sama bólk sum Ongland. Tað er eitt land, sum vit kenna væl og tey flestu fyglja við í Premier League, umframt at teir passa til ynski um bretskan spælistíl, sigur Lars Olsen.
Fleiri stig enn seinast
Í seinastu undakapping vóru vit í bólki við Týsklandi, Svøríki, Írlandi, Eysturríki og Kasakstan. Tað var mett sum ein sterkur bólkur. Hesa ferð vóru vit hepnari viðvíkjandi styrkini á mótstøðuliðnum.
- Talan er um ein veikari bólk enn seinast, tá vit komu í ein sera sterkan bólk. Eg vil ikki seta tal á hvussu nógv stig vit ætla okkum. Trý tey høgst styrkismettu liðini í bólkinum eru sterk, men eg síggi møguleikar móti Finnlandi og Noðurírlandi, sigur Lars Olsen, sum tó kann lova eitt.
- Eg kann siga so mikið sum, at málið er fleiri enn tað eina stigið seinast, sigur Lars Olsen at enda.