Lars úttikið meir enn helmingin

Navn er sett á 15 av teimum 23 spælarunum til A-landsliðsdystin móti Grikkalandi

Mánamorgunin klokkan 9 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Lars Olsen fer at kunngerða føroyska hópin ímóti Grikkalandi

 

Um góðar tvær vikur, leygardagin 13. juni klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta heimadystin í ár, tá grikkar koma á vitjan á Tórsvølli.

 

Í hesum sambandi fer Lars Olsen, landsliðsvenjari at skipa fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 1. juni klokkan 09:00. Á fundinum fer landsliðsvenjarin at kunngera hópin til dystin ímóti Grikkalandi.

 

23 spælarar verða úttiknir til dystin. Tó er greitt, at hesir verða á listanum, tá endaligi hópurin verður kunngjørdur:

 

Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)

Tórður Thomsen, B36 Tórshavn

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Atli Gregersen, Víkingur

Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK (DEN)

Odmar Færø, B36 Tórshavn

Gilli Sørensen, AaB Ålborg (DEN)

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík

Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn

Kaj Leo í Barstalstovu, Levanger (NOR)

Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)

Brandur H. Olsen, FC København (DEN)

Hallur Hansson, Vendsyssel (DEN)

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (DEN)

 

Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá FSF. Higartil hevur atgongumerkjasølan gingið væl, og í løtuni eru bara umleið 1.000 atgongumerkir eftir.