Tað eru altíð nógvar gitingar rundan um ein landsdyst um hvør kemur at byrja inni. Til tíðindafundin í kvøld segði Lars Olsen, at uppstillingin, sum in.fo hevur gitt, ikki er heilt røtt.
In.fo gitar:
Føroyar (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Pól Jóhannus Justinussen, Christian L. Holst, Jóan Símun Edmundsson – Páll A. Klettskarð
Les eisini: Atli Gregersen byrjar inni
- Eg vil ikki siga, at tú hevur rætt, men tú ert nær við, sigur Lars Olsen, tá vit spyrja hann um uppstillingina.
Les eisini: Fyrsta boð upp á liðuppstillingina
Spurningurin er so hvør broytingin er. Onkur heldur fyri, at Sølvi Vatnhamar er ein møguleiki á høgra vongi. Síðani verður kappingin millum Jóan Símun Edmundsson og Páll Klettskarð í álopinum. Onkur annar hevur nevnt Hans Jørgen Djurhuus ella Rógva Baldvinsson á verjukenda miðvøllinum.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Vit vilja vinna
Endaliga svarið fáa vit í annaðkvøld ein tíma undan dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Eftir dystin hevur Rás2 ein stuttan 3. Hálvleik við beinleiðis samrøðum úr Belfast.










