Lars: Teitur má eisini fáa altjóða royndir

Venjarin hjá tí føroyska A-landsliðnum, Lars Olsen ynskir, at Teitur Gestson eisini fær nakrar dystir við tí føroyska U21 landsliðnum, sum kunnu menna Teit til at verða ein framtíðar málverja á tí føroyska A-landsliðnum. Tað merkir, at Kristian Joensen, sum hevur vart málið hjá tí føroyska U21 landsliðnum higartil er tikin við í hópin til HM-undankappingardystirnar ímóti Kasakstan og Týsklandi, sum verða á skránni, fríggjadagin 6. september og týsdagin 10. september.

 

Tróndur Arge gjøgnumgekk hópin saman við Lars Olsen á Rás2, umframt at Tróndur fritti um tær komandi uppgávurnar hjá tí føroyska A-landsliðnum. Tað ber til at hoyra prátið við Lars Olsen undir myndini.