Tað vóru kend nøvn, sum Lars Olsen, landsliðsvenjari, bar fram, tá ið hann á tíðindafundi í kvøld boðaði frá, hvørjir spælarar skulu vera við í fyrireikingunum til landsdystirnar ímóti Kasakhstan og Týsklandi. Og landsliðsvenjarin fjaldi ikki, hvat tað er, sum tað skal betrast um, og hvat tað er, sum hann er nøgdur við, eftir at landsliðið hevur spælt í Svøríki og í Íslandi:
-Verjuparturin er komin meiri ella minni upp á pláss. Skipanin er góð, og persónligu mistøkini eru fá. Tað bilar meiri í framrættaða partinum. Hetta er ein partur av frágreiðingini uppá broytingarnar, sum eru gjørdar, síðani vit vóru í Íslandi og spældu venjingardyst. Vit skulu fáa størri tyngd og samanhang í framrættaða spælið, segði landsliðsvenjari.
Teitur M. Gestsson, sum hevur verið á landsliðnum seinastu ferðirnar, verður ikki við tvær tær næstu ferðirnar. Seinastu ferðirnar hevur Kristian Joensen spælt á U-21 landsliðnum. Nú skal Teitur verja U-21 málið. Málverjar á a-liðnum eru Gunnar Nielsen, Motherwell, Kristian Joensen, NSÍ, og Hans Jørgensen, HB.
Verjuspælararnir eru Jónas Tór Næs, Valur, Atli Gregersen, Víkingur, Rógvi Baldvinsson, Bryne, Jóhan Troest Davidsen, HB, Erling Jacobsen, Víkingur, Viljormur Davidsen, Vejle BK, og Ari M. Johannesen, Silkeborg.
Miðvallarspælararnir eru Fróði Benjaminsen, HB, Súni Olsen, B36, Heini Vatnsdal, HB, Hallur Hansson, AaB, Christian R. Mouritsen, HB, Símun Samueslen, HB, og Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ.
Álopsspælararnir eru Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg, og Páll Klettskarð, KÍ.
Lars Olsen segði á tíðinafundinum, at um Arnbjørn Hansen ikki hevði verið skaddur í kvøld, so hevði hann verið á listanum.
Vøddaskaðin í kvøld ber harvið við sær, at álopsessið hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen, ikki verður førur fyri at spæla næstu vikurnar.
-Skaðin tóktist vera so mikið álvarssamur, at vit ikki rokna við, at Arnbjørn verður førur fyri at spæla, tá ið vit skulu spæla landsdystir ímóti Kazakstan og Týsklandi, og tí síggja vit burtur frá honum, staðfesti landsliðsvenjarin í samrøðu við Rás2.
Sjálvur er Arnbjørn Hansen ikki bjartskygdur viðvíkjandi fótbóltinum restina av árinum:
-Eg setti alt á eitt brett í dag, og tað gekk ikki. Eg umboði fyri EB/Streym, og tað hevur størsta týdningin, men sjálvandi er tað harmuligt ikki at hava møguleika at umboða Føroyar. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við fótbóltinum hjá mær restina av árinum, segði Arnbjørn Hansen.
Landsliðið skal spæla á útivølli ímóti Kasakhstan 6. sepember og á heimavølli ímóti Týsklandi 10. september.