Lars: Tað var ikki vakurt men vit vunnu

(Rás2) Hoyr søguliga landsliðsvenjaran, Lars Olsen taka samanum 1-0 sigurin ímóti Andorra

Lars Olsen eigur nú pláss í føroysku fótbóltssøguni, sum tann A-landsliðsvenjarin sum hevur vunnið flest stig í einari undankapping. Um tað eydnast føroyska A-landsliðnum at vinna á Lettlandi 7. oktober útjavnar Lars Olsen metið hjá U21-landsliðsmetið hjá Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham, sum við U21-landsliðnum í 2010 og í 2011 fingu 11 stig í einari EM-undankapping.

 

Lars Olsen viðgongur, at sigurin ímóti Andorra var ikki vakur, men tað tekur ikki lættan og gleðina frá honum um sigurin. 

 

Hann viðgongur, at hann og hópurin hava kent á sær eitt ávíst trýst at skula vinna á Andorra, og hann heldur, at tað merkti spælararnar ta seinastu løtuna av dystinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við tann nú søguliga føroyska landsliðsvenjaran.