- Í tjúgu ár hevur føroyska landsliðið bara vart, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen við Der Standard.
Lars Olsen tykist ikki hava góðar vónir undan dystinum móti Eysturríki fríggjakvøldið. Við eysturrískar miðlar sigur landsliðsvenjarin, at okkara bara hava vart í tjúg ár, og tí snýr tað seg um hjá okkum at mennast sum bóltspælarar.
- Eysturríki er greiður favorittur. Tit eru mitt í kappingarárinum, meðan okkara akkurát er byrjað, sigur Lars Olsen.
Hann setur eisini navn á tveir av bestu spælarunum hjá Eysturríki.
- Marc Janko er sera vandamikil og David Alaba er fantastiskur, sigur Lars Olsen, sum hevur samanborið spælið hjá eysturríki við tað skjóta og tekniska týska spælið.
Fyri Lars Olsen hevur ta tó ikki størst týdning at fáa stig, emn heldur at spælararnir menna seg.
- Okkara størsti trupulleiki er, at vit í tjúgu ár bara hava vart. Vit mugu læra at fáa bóltin og hava hann. Tað er málið hjá okkum. Tað snýr seg um hjá okkum at mennast, ikki fáa stig, sigur Lars Olsen við eysturríska balðið, Der Standard.
Landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar verður fríggjakvøldið klokkan 19.30 á Ernst Happel leikvøllinum í Wien.