Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, ásannar at tað er eitt ávíst trýst á honum landsliðnum undan dystinum móti Malta í morgin. Ávrikini hava verið misjøvn og tapið í Aserbadjan svíður enn.
- Tað er tað klárt, at eg kenni eitt ávíst trýst. Eg týsti eisini meg sjálvan sum venjara til at gera tað betri hvørja ferð. Men tað er eisini kredit til landsliðsspælararnar, at vit nú eru komnir hertil, tí teir hava skapt fleiri góð úrslit, sum aftur hevur skapt góðar vónir. Eftir fimm ár við framgongd, so eru vit stagneraðir eitt sindur, sigur Lars Olsen í kvøld.
Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Malta, sum verður í annaðkvøld. Venjingin gav ábendingar um, at Jákup Thomsen og René Shaki Joensen kom inn, meðan Odmar Færø og Klæmint A. Olsen dett úr uppstillingini.
Lars Olsen hevur eisini boðað frá, at hann ætlar at spæla 4-2-3-1, sum mangan blívur til 4-4-1-1. Gunnar Nielsen verður aftur í málinum, meðan Viljormur Davidsen fær afturval á vinstra bakki, eftir at hann bleiv útskiftur í hálvleikinum í 2-0 tapinum fyri Aserbadjan.
Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson og Brandur Hendriksson verða á miðjuni, meðan René Shaki Joensen kemur inn á vinstra miðvøllin. Í høgru verður Sølvi Vatnhamar, meðan Jákup Thomsen verður við frá byrjan.
- Eg kann bara endurtaka tað, sum eg havi sagt fyrr. René byrjar og vit spæla við fýra í verjuni. Restina kunnu tit gita um, men eg sigi einki fyrr enn spælararnir fáa tað at vita, sigur Lars Olsen.
Vit gita: Føroyar (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, René Shaki Joensen – Jákup L. Thomsen
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.