Lars sent Hanus heim

Hanus Jacobsen er ikki longur partur av landsliðshópinum, sigur Lars Olsen

Hanus Jacobsen úr Víkingi er ikki longur partur av landsliðshópinum, sum skal spæla móti Norðurírlandi og Finnlandi. Hann hevur ein skaða í knænum.

 

- Vit hava í dag sent Hanus Jacobsen heim. Hann hevur ein skaða í knænum, sum hann fekk til venjing týsdagin. Tí er hann ikki við longur, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

 

30 ára gamli vinstri bakkurin vandi fyri seg sjálvan í dag, men talan er um so mikið álvarsligan skaða, at Lars Olsen hevur valt at senda hann heim.

 

Fyribils er ongin komin í hansara stað. Lars Olsen úttók 24 spælarar til hópin, men pláss er bara fyri 23. Tí skuldi ein sorterast frá alíkavæl.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland verður í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli.