##med2##
Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur boðað frá at føroyska landsliðið fer at broyta taktikk til landsdystin móti Spania í kvøld. Føroyska liðið fer at spæla við trimum í miðverjuni.
- Tað eru taktiskar orsøkir til at vit broyta spælskipan. Spania eru í heimsflokki, tá teir hava bóltin og tí koma vit at standa í verjustøðu meginpartin av dystinum, men vit skulu eisini hótta teir. Tað nyttar ikki at hava ellivu verjuspælarar inni, tí so er skjótt at ein bólturin endar í málinum, sigur Lars Olsen.
##med3##
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystnum millum Spaina og Føroyar, sum verður í kvøld klokkan 19.45.