Verður tað Lars Olsen, sum skal taka yvir starvið sum høvuðsvenjari hjá superligfelagnum AaB?
Tað verður spurt í donskum fjølmiðlum. AaB-venjarin, Kent Nielsen, skal í summar venja OB.
BT skirvar um hesi leysatíðindi, sum Lars Olsen higartil einki hevur viljað viðmerkt til. Men nú hevur hann fyri fyrstu ferð latið hoyrt frá sær.
– Eg havi onga viðmerking, er tað einasta hann fæst at siga, skrivar BT.
Men sambært BT dylir Lars Olsen ikki, at hann er sera fegin um starvið sum landsliðsvenjari í Føroyum, og víst verður til dystin ímóti Grikkalandi, sum føroyska liðið vann 1-0.
Lars Olsen sigur, at tað hevur sínar orsøkir, at hann ikki vil viðmerkja slík leysatíðindi.
– Líka mikið hvat eg svari, so verður tað lagt út á ein ella annan hátt, sigur hann við BT.
Sáttmálin millum Lars Olsen og Fótbóltssambandið gongur út í heyst, tá síðsti dystur í EM-undankappingini er spældur.
BT hevur eisini spurt seg fyri hjá ítróttarstjóran hjá AaB, Allan Gaarde, um nakað er um hesi tíðindi.
– Tað havi eg onga viðmerking til. Men hinvegin vil eg fegin staðfesta, at tann venjarin, sum vit leita eftir, skal kunna bjóða eina talanetvenjing, sum vit í fleiri ár hava satsað hart uppá, sigur hann.