Lars Olsen upp á tal í Brøndby

Føroyski landsliðsvenjarin verður nú settur í samband við venjarastarvið í danska felagnum Brøndby IF. Tað er BT, sum longu nú er farið í holt við at finna ein avloysara fyri Auri Skarbalius, sum ikki situr tryggur í venjarastarvinum.

 

BT skrivar, at Lars Olsen við gleði hevði tikið við starvinum sum Brøndby venjari um felagið ringdi til hann. Lars Olsen spældi sjálvur við Brøndby og hevur verið venjari hjá Randers og OB í donskum fótbólti, áðrenn hann bleiv føroyskur landsliðsvenjari.

 

Brøndby liggur í løtuni á aftasta plássi í Superliguni við bara átta stigum fyri 12 dystir. Hinir favorittarnir at gerast venjari hjá Brøndby eru sambært BT; Erik Rasmussen, John “Faxe” Jensen, Bent Christensen, Per Nielsen, Morten Wieghorst, Bjarne Jensen og Kim Vilfort.

 

Føroyska landsliðið skal í næstum spæla móti Svøríki og Írlandi í HM undankappingini. Ein av teimum, sum er úttikin til føroyska landsliðshópin er René Shaki Joensen, sum hevur sína dagligu gongd í Brøndby.