Fyrrverandi OB spælarin, Emil Ousager hevur í seinastuni lagt føroyska landsliðsvenjaran, undir at hava loyvt monnum at ballast og drekka stutt fyri dyst, tá hann var venjari hjá OB í tíðini 2007 til 2010.
29 ára gamli málverjin, sum gavst at spæla í 2015, er uppvaksin í OB og spældi har í trimum atløgum. OB, við Jóan Símun Edmundsson í hópinum, hevur í dag stórar trupulleikar í superliguni, har liðið liggur nummar 13. Í lesarabrævið um afturgongdina hjá OB á fyens.dk, finst hann millum annað at tíðini, tá Lars Olsen frá 2007 til 2010 var venjari hjá OB.
Her verður víst til OB liðið, sum á sumri í 2007 vinnur steypakappingina, og so liðið hjá Lars Olsen eftirfylgjandi. Hann heldur fyri, at liðið undan Lars Olsen hevði sterkar persónligheitir í hópinum, meðan liðið aftaná ikki stóð mát við undanfarna liðið. Emil Ousager skrivar, at ávísir spælarar kundu uppføra seg sum teir vildu. Eitt nú fyrrverandi Manchester United spælararnir, Roy Carroll og Eric Djemba-Djemba.
- Roy Carroll kundi møta fullur til venjing og framvegis spæla hvørt vikuskiftið – um hann hevði hug. Djemba-Djemba kundi fara í býin tveir dagar undan ársins týdningarmesta dysti móti FCK, og framvegis byrja inni – hóast hann ikki megnaði at gjøgnumføra venjingina áðrenn, skrivar Emil Ousager á fynes.dk.
Emil Ousager skrivar víðari, at felagið eftirfylgjandi eisini hevur gjørt fleiri feilir. Tað er ikki bara Lars Olsen, sum fær av grovfíluni.
Lars Olsen svarar aftur
Føroyski landsliðsvenjarin er troyttur av ákærunum um, at hann hevur loyvt slíkum atburði í síni tíð í OB. Ein tíð, har OB tvær ferðir blívur nummar tvey í superliguni, umframt at liðið eftir at Lars Olsen fór frá, eisini bleiv nummar tvey.
- Sjálvandi kanst tú ikki møta fullur upp til venjing, ella ikki verða førur fyri at avrika av timburmonnum, og so koma á liðið. Hasa útsøgnina vil eg gjarna taka frástøðu frá. Hatta má Emil Ousager sjálvur standa fyri, sigur Lars Olsen við Ekstrablaðið.
Hann sigur víðari, at hann ikki kann minnast, at fyrrverandi Manchester United málverji, Roy Carroll, nakrantíð er møttur til venjing fullur. Søgan um miðvallaran Eric Djemba-Djemba verður ikki beinleiðis avsannað, men leggur sent á, at hendingin bleiv avklárað inni í felagnum.
At enda leggur føroyski landsliðsvenjarin dent á, at hann er troyttur av verða settur í samband við núverandi trupulleikarnar hjá OB.