Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, heldur fyri at hetta er torførasta landsliðsútgávan í nýggjari tíð. Fýra skaðar, tvey avboð og eitt leikbann ger, at Lars Olsen hevur blandað kortini eitt sindur øðrvísi enn vanligt, undan landsdystinum móti Androrra 25. mars.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
Millum teir nýggju í hópinum eru Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham, báðir úr KÍ. Jóannes Bjartalíð hevur vant við landsliðnum fyrr, men hetta er fyrstu ferð, at hann er úttikin. Hørður Askham hevur fingið landsliðsboð eina ferð, men ikki verið á vøllinum enn.
Lars Olsen viðgongur eisini, at tað hava verið fleiri nøvn uppi at vend í mun til vanligt. Hoyr Lars Olsen greiða frá landsliðsúttøkuni á Rás2 við at trýsta á pílin undir myndini.
Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ
Verjuspælari:
Jónas Þór Næs, ÍBV (ICE)
Atli Gregersen, Víkingur
Hørdur Askham, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Odmar Færø, B36
Bárður Hansen, NSÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Miðvallarar:
Rógvi Baldvinsson, Bryne (NOR)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Gilli Sørensen, SK Brann (NOR)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll Klettskarð, KÍ