Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttók í gjár landsliðið til HM undankappingarlandsdystin móti Sveis, sum verður á Tórsvølli 9. juni. Millum spælararnar vóru trý nýggj nøvn. Karl Løkin, sum fyrr hevur spælt venjingardystir fyri A-landsliðið, og úr B36 Partik Johannesen og Eli F. Nielsen.
Í samrøðu við Rás2 greiðir Lars Olsen frá, at hann í løtuni leitar eftir einum avloysara til 39 ára gamla Fróða Benjaminsen, sum helst er í holt við sína seinastu HM undankapping. Tí hevur hann tikið bæði Eli F. Nielsen og Karl Løkin við. Teir spæla í ár sum verjukendir miðvallarar.
Eisini forklárar Lars Olsen, at hann hevur úttikið Patrik Johannesen, tí hann hevur staðið seg væl í álopinum hjá B36 í ár. Hann tosar eisini um møguleikan at spæla við tveimum áleyparum, og at fylta Gilla Rólatsson Sørensen í álopið, fyri at fáa meiri burturúr hasara evnum.
Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Verjuspælarar:
Jónas Tór Næs, ÍBV (ÍS)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Miðvallarar:
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DK)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Framherjar:
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DK)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn