##med2##
Tað var ein eitt sindur kensluborin Lars Olsen, sum í dag boðaði frá at hann ikki heldur fram sum landsliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum, tá núverandi sáttmálin gongur út við ársenda.
- Seinasta árið havi eg lagt til merkis, at tað er ongin framgongd. Vit spæla framvegis væl, men vit lata ov nógv mál inn. Eg havi í skjótt eitt ár hugsa um hetta. Eg havi eisini merkt á Fótbóltssambandinum, at tað er áhugi fyri at royna nakað nýtt. Tí fari eg at boða frá, at eg ikki haldi fram sum landsliðsvenjari, sigur Lars Olsen.
Eftir landsliðsúttøkuna, har Jóannes K. Danielsen úr KÍ og Adrian Justinussen úr HB fingu landsliðsboð á fyrsta sinni, tosaði FM1 við landsliðsvenjaran.
Hoyr samrøðuna við FM1 við at trýsta á pílin undir myndini