Lars Olsen bleiv í dag uppsagdur í Esbjerg fb, sum stríðist fyri yvirliving í Superliguni. Spælararnir boðaðu eftir 3-1 ósigurin móti OB frá, at teir ikki trúgva upp á venjaran longur. Sjálvur er Lars Olsen avkláraður við støðuna, tá ítróttarstjórin ringdi og fortaldi honum um støðuna.
- Tá spælararnir hava mist trúnna upp á teg, so siga mínar royndir mær, at tað sjáldan kemur nakað gott burturúr. Tí er hetta best fyri allar partar. Eg eri avkláraður, sigur Lars Olsen við bold.dk.
Lars Olsen, sum bleiv føroyskur landsliðsvenjari í 2011, tók í seinnu hálvu av 2019 við sum venjari hjá Esbjerg, meðan hann sat seinasta tíðarskeiðið sum landsliðsvenjari. Tað byrjaði væl við sigri á FCK, men síðani hevur gongdin ikki verið góð.
- Tað er sjálvandi harmligt. Eg havi allatíð trúð upp á, at teir knapparnir eg havi trýst á, hava verið teir røttu, men eg dugi væl at síggja at ikki hevði givið tey stigini, sum eg hevði ynskt. Soleiðis er tað og tað kann eg ikki broyta uppá, sigur Lars Olsen.
Heimasíðan hjá Esbjerg fb skrivar, at hópurin hevur misti trúnna upp á, at Lars Olsen kann føra teir úr niðurflytingarvandanum. Bold.dk skrivar, at spælarar sunnukvøldið boðaðu frá, at teir hava mist álitið á fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum.
- Tað er ikki so, at vit hava verið rúkandi ósamdir, men eg kann ikki svara upp á hví spælarar hava tikið hesa avgerðina. Vit hava tosa um tingini og hvussu vit skulu gera, men annars hevur tað ikki verið nøkur ósemja. Eg havi ikki nakað í klemmu og eg eri ikki óvinur við nakran spælara. Soleiðis er fótbólturheimurin. Tað er ein serligt verð og ikki sum at vera í eini vanligari fyritøku, sigur Lars Olsen.
Lars Olsen hevði sáttmála við Esbjerg til summar 2022.