Lars Olsen var eftir dystin opin fyri kritikki av støðuni, tá Jónas Tór Næs fer av vøllinum, tí hann skal seymast. Lars Olsen velur ikki at seta ein nýggjan mann í staðin og tað kostaði, tá Svøríki skoraði úr júst plássinum hjá Jónasi til 1-1.
- Vit mugu hyggja at støðuni umaftur og vita um tað er nakað vit kunnu gera betri. Kanska eg skuldi havt skift hann út beinanvegin, ella vit kundu havt gjørt okkurt skjótari, sigur ein sjálvkritiskur Lars Olsen, sum annars er væl nøgdur við avrikið hjá leikarunum.
Jónas Tór Næs fór eftir dystin á skaðastovuna.
Føroyski landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at føroyska liðið kann spæla góðan fótbólt við nýggja undirlagnum á Tórsvølli.
- Fleiri settu spurnartekin við nýggja undirlagið og hildua t vit skuldu spæla á einum so ringu vølli sum gjørligt. Eg haldi við prógva í dag, at spæla vit á einum góðum vølli, so kunnu vit spæla góðan fótbólt, sigur Lars Olsen
Hoyr her samrøðu við Lars Olsen eftir dystin, sum Svøríki vann 2-1, eftir at Rógvi Baldvinsson hevði lagt Føroyar á odda.
Mynd: Øssur Steinhólm(t.v), fysioterapeut, leiður ein bløðandi Jónas Tór Næs av vøllinum, meðan Zlatan Ibrahimovic hyggur at.