Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Norðurírlandi. Tríggjar broytingar eru á liðnum síðani dystin ímóti finnum
Les eisini: - Ikki heilt rætt um liðið
Landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava avgjørt at gera tríggjar broytingar á liðnum síðani dystin ímóti finnum. Pól Jóhannus Justinussen, Atli Gregersen og Jóan Símun Edmundsson eru millum fyrstu ellivu, ið hesaferð fáa møguleikan frá byrjan, skrivar fsf.fo.
Les eisini: Atli Gregersen byrjar inni
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen.
Les eisini: Fyrsta boð upp á liðuppstillingina
Føroyska miðvøllin manna Pól Jóhannus Justinussen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson. Í álopinum verður Páll Klettskarð.
Les eisini: Atli Gregersen stoltur landsliðsspælari
Hetta er eisini tað liðið, sum in.fo hevur gitt byrjar inni, hóast Lars Olsen í gjár segði, at liðið ikki var heilt rætt.
Føroyar (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Pól Jóhannus Justinussen, Christian L. Holst, Jóan Símun Edmundsson – Páll A. Klettskarð