Hóast forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen hvørki vil vátta ella avsanna tíðindini, so bendir okkurt á, at kendi danski venjarin Lars Olsen skal standa á odda fyri føroyska landsliðnum.
Tað er dimma.fo sum ber hesi tíðindi í morgun, nú tað skilst at Lars var við flogfarinum til Føroya í gjárkvøldi. Tí er hugsandi at hann er farin í samráðingar við Fótbóltssambandið.
Christian Andreasen sigur, at teir hava samráðingar við venjarar í Norðurlondum og øðrum støðum.
Lars Olsen er 50 ára gamal og hevur spælt 84 landsdystir fyri danska landsliðið. Hann var eisini liðskipari, tá teir vunnu EM-heitið í 1992.










