Lars Olsen koyrdur í Esbjerg

Danskir miðlar skriva, at spælararnir hava mist álitið á fyrrverandi landsliðsvenjaran hjá Føroyum

Esbjerg fb boðar í dag frá, at felagið hevur uppsagt Lars Olsen. Fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Føroyum náddi bara at standa á odda fyri Esbjerg í 14 dystum.

Bold.dk skrivar, at spælararnir vístu sína ónøgd eftir útidystin móti OB í gjár, har Esbjerg tapti 3-1. Heimasíðan hjá Esbjerg fb skrivar, at spælarahópurin hevur mist trúgvuna upp á samarbeiðið við Lars Olsen.

Bold.dk hevur eisini roknað saman, at gongdin undur Lars Olsen ikki hevur verið góð. Hann hevur bara fingið 0,75 stig í miðal per dyst teir tólv dystirnar hann stóð á odda fyri Esbjerg í Superliguna. Tað er tað lægsta fyri ein venjara hjá Esbjerg.

Lars Olsen var føroyskur landsliðsvenjari frá 2011 til 2019.