Åge Hareide varð í gjár settur í starv sum danskur landsliðsvenjari komandi tvey árini, við møguleikanum at leingja sáttmálan í tvey ár afturat. Peter Bonde, verandi hjálparvenjari, gevst í summar og nú eru gitingarnar byrjaðar um, hvør skal gerast hjálparvenjari hjá norska landsliðsvenjaranum eftir hann.
Millum nøvnini, ið vera nevnd, er føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen. Morten Bruun, sum er viðmerjari á kanal 5, heldur at føroyski landsliðsvenjarin vildi verið eitt gott boð.
- Vit skulu hava onkran, sum ikki droymir um at gerast høvuðsvenjari. Tað skal vera ein, sum er trúgvur og sum ikki situr og heldur, at hann gjarna vildi havt starvið sjálvur. Harumframt skal tað helst vera onkur við góðum kunnleika til danskan fótbólt og einum góðum sambandi við Åge Hareide, sigur Morten Bruun við BT. Í hesum sambandi er tað, at hann nevnir Lars Olsen, sum varð hjálparvenjari hjá Åge Hareide, tá hann var venjari hjá Brøndby. Eitt annað evni er verandi venjarin hjá fyrrverandi føroyingafelagnum Fremad Amager, John Faxe Jensen.
- Tað er als ikki víst, at Lars Olsen hevur hug at fara frá landsliðsvenjarastarvinum í eitt hjálparvenjarastarv, men eg havi varhugan av, at Hareide hevur eitt gott samband við Lars Olsen, sigur Morten Bruun millum annað.