Lars Olsen fingið nýtt venjarastarv

Fráfarandi føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur fingið nýtt venjarastarv í Danmark

Lars Olsen byrjar í dag í nýggjum starvi sum venjari hjá Esbjerg fB.

Danska superligafelagið skrivar í tíðindaskrivi, at sáttmáli er skrivaður til summarið 2022.

Lars Olsen, sum er 58 ára gamal, hevur verið venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum seinastu 8 árini. Partarnir eru samdir um, at hann umframt venjarastarvið í Esbjerg skal standa á odda fyri føroyska landsliðnum í teimum báðum EM-undandystunum, sum eftir eru í november, áðrenn hann gevst endaliga sum venjari í Føroyum.

Hann tekur yvir starvið sum høvuðsvenjari í Esbjerg eftir John Lammers, sum varð koyrdur úr starvi í september.

 

/ritzau/