Lars Olsen fingið nýtt starv

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin fær nú heilt annan leiklut enn at vera venjari.

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur fingið nýtt starv. Hann er nevniliga júst kunngjørdur sum nýggjur 'sponsorchef', sum danir kalla tað, í fótbóltsfelagnum Ishøj IF.

Ishøj IF spælir í Danmarksseriuni, men hevur dreymar um at spæla seg longri uppeftir í deildunum, og at seta Lars Olsen í starv er ein liður í hesum strembanum.

- Hann fer saman við einum eldhugaðum toymi at brúka sína tíð upp á at útvega felagnum pening og orku, soleiðis at vit kunnu røkka nýggjum hæddum, sigur Ishøj IF á facebook.

Lars Olsen var føroyskur landsliðsvenjari frá 2011 til 2019. Eftir hetta gjørdist hann venjari hjá Esberg fB, men fekk sekkin síðsta summar eftir umleið átta mánaðir í felagnum.