##med4##
Føroyska A-landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankappingardystirnir móti Norra og Svøríki, sum verða ávikavist fríggjadagin og mánadagin. Landsliðið býr í løtuni í danska høvðusstaðnum, har teir venja á Sundby Idrætspark, sum er heimavøllurin hjá Fremad Amager og Heina Vatnsdal.
Fyrstu ábendingarnar eru, at Ári Mohr Jónsson, Gilli Rólantsson og Odmar Færø koma á liðið fyri skadda Hall Hansson, Jóannes K. Danielsen og Viljorm Davidsen, ið er endaður á bonkinum hjá Vejle.
Lars gevur ongar gávur
Lars Olsen hevur ikki verið partur av vetrarvenjingunum í Føroyum, tí hann nú er høvðusvenjari hjá Esbjerg í donsku Superliguni. Fyrispurningurin frá Esbjerg kom millum landsdystirnar móti Rumenia og Malta, sum vóru á Tórsvølli í farna mánaði.
- Eg fekk ein fyrispurning frá teimum og so gekk tað skjótt, sigur Lars Olsen í kuldanum á Sundby Idrætspark.
Hann fekk loyvi frá Fótbóltssambandinum at taka við starvinum, sjálvt um hann manglaði at standa á odda fyri tveimum dystum hjá Føroyum.
- Eg kenni væl spælararnir og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hevur staðið fyri venjingunum í Føroyum. Har vóru bara 15 til venjing og onkur hevur givið avboð, tí hevur talan ikki verið um tað stóru úttøkuna, sigur landsliðsvenjarin.
##med2##
Millum annað er Eli F. Nielsen úr B36 ikki við. Hann byrjar upp á sveinastykkið í hesi vikuni. Tað bleiv heldur ikki pláss fyri Jákupi B. Andreasen, liðskipara hjá KÍ.
- Hann hevur havt eitt gott kappingarár, men so leingi hann ikki byrjar inni á A-landsliðnum og kann spæla á U21-landsliðnum, so ger hann tað, sigur Lars Olsen.
Hetta kundi annars verið ein gyltur møguleiki at givið onkrum spælarum ein møguleiki, ella roynt okkurt, sum hann ikki hevur royn áður.
- Eg havi sagt tað fyrr, men eg gevi ongar gávur bara tí hetta eru mínir seinastu dystir. Vit spæla hesar dystirnar akkurát sum allar aðrar, sigur landsliðsvenjarin og leggur afturat:
##med3##
- Eg kann siga so mikið sum, at vit spæla við trimum í miðverjuni. Vit bíðaðu fyri at vita um Odmar Færø bleiv tøkur og tað er hann. Ári Mohr Jónsson spælir hvørja ferð fyri Sandnes, meðan Viljormur tíverri er endaður í skugganum hjá Vejle, sigur Lars Olsen.
Hann vil ikki avdúka liðið, men nógv bendir á at tað verður við hasum trimum broytingunum at føroyska liðið skal spæla móti Norra.
Vit gita: Føroyar (3-4-3)
Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Odmar Færø – Gilli Rólantsson, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson, Ári M. Jónsson – Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson