Lars Olsen er heitasta navnið í Brøndby

Kendur danskur miðil skrivar í dag, at Brøndby ætlar sær føroyska landsliðsvenjaran sum nýggjan venjara

 

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, kann skjótt vera á veg aftur í danskan fótbólt, har danska stórfelagið, Brøndby IF, verður sett í samband við føroyska landsliðsvenjaran.

 

Í samrøðu við Ekstrablaðið, úttalar Troels Bech, ítróttarstjóri í Brøndby, at felagið ætlar at fáa ein royndan venjara, sum kennir felagið innanifrá. Harafturat skal venjarin vera klárur í sínum útmeldingum og hava prógvað seg frammaundan.

 

Og tað er júst tann profilin, at ekstrablaðið heldur at Lars Olsen inniheldur.

 

Lars Olsen spældi í árunum 1985-1991, 178 dystir á besta liðnum hjá Brøndby, og var tíðarskeiðið frá 1999 til 2002 hjálparvenjari í felagnum, tá Åge Håreide var høvuðsvenjari.

 

Troels Bech viðurkennir eisini, at føroyski landsliðsvenjarin er inni í myndini.

 

– Lars Olsen ljóðar sum ein góður kandidatur. Hann rúmar nógv av tí sum vit leita eftir.

 

Forvinnur tvær milliónir um árið í Føroyum

Størsta avbjóðingin hjá Brøndby tykist tó at vera, at Lars Olsen nýliga hevur longt sátmtálan við føroyska fótbóltssambandið fram til 2020, og at Brøndby helst má keypa hann leysan.

 

Sjálv lønin skuldi ikki verið ein trupulleiki fyri Brøndby, og blaðið skrivar millum annað at Lars Olsen forvinnur gott og væl tvær milliónir krónur um árið sum føroyskur landsliðsvenjari.

 

Høvuðspersónurin er fámæltur

Lars Olsen sjálvur vil ikki siga nógv til søgurnar, ið seta hann í samband við Brøndby. Við Ekstrablaðið sigur hann.

 

– Eg havi sáttmála við føroyska fótbóltssambandið, og eg trívist væl í tí starvinum. Eg havi ikki aðrar viðmerkingar enn tað.

 

Lars Olsen hevur verið føroyskur landsliðsvenjari síðani í november 2011, tá hann tók yvir eftir írska Brian Kerr.