Lars Olsen atkvøddi fyri flest øllum vinnarunum

Fótbóltsgalla 2019: Landsliðsvenjarin atkvøddi bara eina ferð móti fjøldini

Fyri eini viku síðan var Fótbóltsgalla 2019, har Miðlahúsið og FM1 í samstarvi við Fótbóltssambandið valdu ársins spælarar. Hjá monnum bleiv vinnarin Jóannes Bjartalíð úr KÍ.

Allar atkvøðurnar blivu kunngjørdar í ÍtróttarSosialinum mánadagin 11. november. Ein av teimum, sum atkvøddi, er landsliðsvenjarin Lars Olsen. Hann sær næstan tað sama, sum meirilutin av venjarunum, liðskiparunum og ítróttarjournalistunum.

Tað er bara í bólkinum ”ársins verjuspælari”, at Lars Olsen ikki atkvøddi fyri vinnaranum. Her atkvøddi hann fyri Andriasi H. Eriksen úr B36, meðan Jóannes K. Danielsen úr KÍ vann.

Eftir atkvøðunum at døma, sum skal føroyska landsliðið spæla uttan sín besta spælara í morgin móti Norra. Lars Olsen atkvøddi nevniliga fyri Halli Hansson, sum ársins landsliðsspælari 2018/19. Hallur Hansson hevur brotið hondina og er ikki tøkur.

Her eru atkvøðurnar hjá Lars Olsen:

Ársins spælari:

1. Jóannes Bjartalíð, KÍ

2. Jákup B. Andreasen, KÍ

3. Árni Frederiksberg, B36

 

Ársins ungi spælari: (Hjá monnum: spælari við U21-aldri)

1. Jákup B. Andreasen, KÍ

2. Adrian Justinussen, HB

3. Petur Knudsen, NSÍ

 

Ársins málverji:

1. Kristian Joensen, KÍ

2. Teitur M. Gestsson, HB

3. Tórður Thomsen, NSÍ

 

Ársins verjuspælari:

1. Andrias Eriksen, B36

2. Hørður Askham, HB

3. Jóannes K. Danielsen, KÍ

 

Ársins miðvallari: (íroknað vengur)

1. Jóannes Bjartalíð, KÍ

2. Jákup B. Andreasen, KÍ

3. Árni Frederiksberg, B36

 

Ársins áleypari:

1. Klæmint A. Olsen, NSÍ

2. Patrik Johannesen, KÍ

3. Páll Klettskarð, KÍ

 

Ársins landsliðsspælari 2018/19:

1. Hallur Hansson, AC Horsens (DK)

2. Brandur Hendriksson, FH (ÍS)

3. René S. Joensen, HB

 

Ársins venjari:

1. Mikkjal Thomassen, KÍ

2. Jákup á Borg, B36

3. Heimir Guðjónsson, HB