Landsliðsvenjarin, Lars Olsen var millumnøgdur. Hann var glaður fyri, at Føroyar nú hava fingið stig, og at vit fingu eitt vakurt mál.
- Spælarnir kempaðu við øllum teir høvdu. Vit harmast um tey tvey mistu stigini, men mugu hinvegin fegnast um stigið vit fingu, segði Lars Olsen við Trónd Arge á Rás2 aftaná dystin.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Lars Olsen segði við Trónd Arge aftaná dystin.










