Lars: Mugu læra at lirka eina verju upp

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Landsliðsvenjarin staðfestir ein trupuleika, sum má loysast rættiliga skjótt

- Tá vit spæla ímóti Lettlandi og Andorra í HM-undankappingini kunnu vit vænta at spæla ímóti tøttum verjum, og vit mugu finna eina loysn hvussu vit megna hetta, staðfesti Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari aftaná 0-2 tapið hjá Føroyum ímóti Kosovo í Frankfurt í Týsklandi í kvøld.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Lars Olsen aftaná dystin.

 

Lars Olsen er harmur vegna Boga Reinert Petersen, sum bert fekk tríggjar minuttir á vøllinum áðrenn hann var vístur av vøllinum. Lars Olsen sá ikki støðuna við taklingini nóg greitt til, at hann kundi staðfesta um tað var rættur dómur at geva Boga Reinert Petersen reyða kortið.

 

Samanumtikið er Lars Olsen tó glaður fyri, at hann hevur fingið roynt sínar spælarar í tveimum venjingardystum ímóti Kosovo og Liktinstein áðrenn HM-undankappingin fer í gongd í heyst. 

 

(Mynd: Hans Erik Danielsen)