Lars: Í mesta lagi tvær broytingar

FM1: Landsliðsvenjarin váttar, at tað verða upp til tvær broytingar

Føroyska landsliðið hevði fyrr í dag sína seinastu venjing undan Nations League landsdystinum móti Kosovo, sum verður í morgin klokkan 17. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, vil ikki siga ov nógv um liðið, hóast tað ljóðar, at tað verður broyting í spælskipanini.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg fari ikki at kunngera liðið ella um vit broyta spælskipan, men eg kann siga at vit í mesta lagi koma at gera tvær broytingar. Mær dámar væl at brúka teir bestu spælararnar, men um tað verður í eini broyttari spælskipan fáa tit at síggja í morgin, sigur Lars Olsen við FM1.

 

Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar

 

Venjingin gav boð um, at landsliðið fer at spæla 5-4-1, har Sonni Ragnar Nattestad og Rógvi Baldvinsson koma inn á liðið, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen detta út. 

 

Vit gita: Føroyar (5-4-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Jóan Símun Edmundsson.

 

Landsdysturin verður í morgin klokkan 17 á Tórsvølli. FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.