Lars Müller aftur og aftur

(Rás2) Hoyr løtuna tá Lars Müller enn einaferð, og Stephan Petursson vóru heiðraðir sum ársins dómarar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr løtuna tá Lars Müller sættu ferð á rað, og Stephan Petursson vóru heiðraðir sum ársins dómarar í ávikavist effodeildini og í 1. deild hjá kvinnum.


2) Hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Lars Müller og Petur Juul, sum er pápi Stephan Petursson.

 

Stephan Petursson er staddur í Grønlandi, og tí tók pápin ímóti heiðrinum. Pápin staðfesti, at ársins dómari í bestu kvinnudeildini fylgir sera væl við í fótbólti, bæði føroyskum, enskum og sponskum fótbólti.

 

Lars Müller slær fast, at hann hevur ikki nakran serligan frimil at blíva valdur til ársins dómara í effodeildini ár aftaná ár. Hann sigur bara verða tann hann er, og tað vita spælararnir í effodeildini eisini av.