Lars Løkke: – Fiskiveiðiavtalan forðar fyri betri samstarvi við ES

– Man kann ikki bæði forleingja hasa avtaluna og so halda, at tað verður sera lætt at røkka út til Bruxelles og fáa eina betri relatión til restina av Europa, sigur Lars Løkke Rasmussen við DR.

Í kjakinum um Russlandssáttmálan verður ofta sagt, at um Føroyar skulu slíta samstarvið við Russland, so mugu Føroyar fáa eitt betur samband og samstarv við ES.

 

Men danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen (M) keypir ikki heilt hetta argumentið. Hann heldur, at tað heldur vendir hin vegin - at um Føroyar yvirhøvur ætla sær nærri ES, so skulu Føroyar gjølla umhugsa fiskiveiðiavtaluna við Russland. 

 

– Heilt logiskt má man siga, at um man vil hava eitt tættari samband til eitt nú ES, so fylgir ES eisini við, sigur hann í grein á DR í morgun.

 

– Og tað er nokk ringt at ímynda sær, at man bæði kann varðveita eitt sovorðið serligt samband við Russland og samstundis víðkað um sítt samband til Europa, sigur hann.

 

– Man kann ikki bæði forleingja hasa avtaluna og so halda, at tað verður sera lætt at røkka út til Bruxelles og fáa eina betri relatión til restina av Europa, sigur Lars Løkke Rasmussen við DR.