Lars Larsen 80 ár

Leygardagin 3. mars fylti Lars Larsen í Havn, stjóri á Flogfelag Føroya, 80 ár. Í hesum sambandi var móttøka á Hotel Vágum hendan dagin.

Lars er ættaður av Tvøroyri, men flutti sum smádrongur til Sørvágs, tá pápin Christian Larsen gjørdist sýslumaður í Vágum í 1934.
 
Lars má metast sum ein pionerur innan flogferðslu í Føroyum. Tað var longu í 1961, at hann setti seg í samband við Iceland Air fyri at vita, um teir høvdu áhuga í at flúgva til Føroya. Í juni mánað í 1963 tók Lars saman við Hugo Fjørðoy í Sørvági stig til at stovna Flogfelag Føroya. 
Eingilskmenn bygdu undir seinna veraldarbardaga flogvøllin í Vágum. Eftir at kríggið var endað, og eingilskmenn vóru farnir av landinum, stóð flogvøllurin so at siga ónýttur. Sjálvur hevði Lars Larsen starvast saman við eingilsku hermonnunum á flogvøllinum, so hann kendi til flogvøllin.
Søgan um Flogfelag Føroya er samstundis eisini søgan um ferðafólkaflúgving til og úr Føroyum. Tað var Flogfelag Føroya, sum tók tey fyrstu stigini til at fáa regluliga flúgving til Føroya.
Mánadagin 12. mars frá kl. 16-18 verður móttøka hjá Flogfelag Føroya í Gundadali í sambandi við at felagið nú er selt øðrum eigarum. Í hesum sambandi koma vit at skriva meira um Lars Larsen og Flogfelag Føroya fyrst í komandi viku.