Ísland, sum hevur fingið eina dreymabyrjan í bólki A í EM-undankappingini við trimum sigrum í trimum dystum spældi í gjárakvøldið ein venjingardyst ímóti Belgia á útivølli.
Belgia vann 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Vælumtókti svenskarin, Lars Lagerbäck, sum er landsliðsvenjari hjá frændum okkara er tó leikliga nøgdur við venjingardystin í gjárakvøldið, sum var ein týdningarmikil fyrireiking fyri íslendingar, áðrenn teir møta Kekkia í oddabrakinum í bólki A komandi sunnukvøld. Við Morgunblaðið sigur Lars Lagerbäck: - Vit spældu ímóti einum av heimsins bestu landsliðum, og eg eri ógvuliga nøgdur við tað, sum mínir menn vístu. Vit høvdu nógvar góðar málmøguleikar, men belgiumenn hava ein av heimsins bestu málverjum í Thibaut Courtois, og hann var framúrskarandi. Vit spældu væl, og vit kundu ikki fingið ein betri venjingardyst, staðfestir Lars Lagerbäck yvirfyri Morgunblaðnum.
Thibaut Courtois, sum verjir belgiska málið segði við Morgunblaðið, at hann er ógvuliga hugtikin av íslendingum, sum eru eitt væl betri lið, enn hann hevði mett. - Eg hevði nóg mikið at síggja til í einum dysti, har íslendingar brúktu fleiri av sínum eykaspælarum, segði Thibaut Courtois við Morgunblaðið.
Sunnukvøldið klokkan 19.45 spælir Ísland oddadyst ímóti Kekkia í Prag í bólki A í EM-undankappingini.