Lars Løkke vitjar í Føroyum mitt í valstríðnum

- Eg skilji hetta bara sum, at Løkke vil tryggja sær ein borgarligan sess, sigur Magni Arge og sipar til, hví danski forsætisráðharrin kemur til Føroya fríggjadagin

Fríggjadagin kemur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroya. Hesum boðar flokkur hansara, Vinstri, frá í tíðindaskrivi í dag.

Meðan hinir donsku politikararnir strevast í Danmark í sambandi við fólkatingsvalstríðið, hevur forsætisráðharrin valt at koma til Føroya fríggjadagin, tá valstríðið verður á sínum hægsta.

Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska konu og vitjar javnan í Føroyum, men hesa ferð kemur hann eftir øllum at døma ikki í privatum ørindum. Hann hevur nevniliga nógv á skrá hendan eina fríggjadagin og skal fyrst og fremst luttaka til almennan fund í Østrøm. Eftir hetta vitjar hann í Bakkafrost, og seinni á kvøldi skal hann ein túr til Koks.

- Hetta er at blanda seg

Føroyavitjanin hjá Løkke hevur millum annað fingið kritikk frá føroyska fólkatingsliminum Magna Arge. Hann heldur, at forsætisráðharrin blandar seg upp í føroyskan politikk.

- Ikki síðan tíðina hjá Stauning hava vit sæð, at ein danskur forsætisráðharri kemur til Føroya mitt í einum valstríði. Eg skilji hetta bara sum, at Løkke vil tryggja sær ein borgarligt umboð úr Føroyum á fólkating, sigur Magni Arge við Ritzau.

Danski netmiðilin Altinget hevur eins og fleiri aðrir danskir miðlar umrøtt Føroyavitjanina hjá forsætisráðharranum. Altinget sigur, at Løkke er farin á "tingsessaveiðu" í Føroyum og skrivar soleiðis:

- Soleiðis sum tað sær út nú, so hevur Lars Løkke Rasmussen brúk fyri allari hjálp, hann kann fáa, um hann framhaldandi vil hava valdið eftir fólkatingsvalið 5. juni. Og hendan hjálpin kann væl vera at finna í Føroyum, har stríðið er tætt millum fýra teir størstu flokkarnar um tey tvey føroysku plássini til Fólkatingið. Tað er nevniliga sannlíkt, at teir tveir reyðu sessirnir kunnu blíva bláir aftaná valið.

- Flott at hann ger sær tíð til ríkisfelagsskapin

Sambandsflokkurin er systirflokkur danska Vinstra, og formaðurin í Sambandsflokkinum sær ongan trupulleika í, um Løkke vil hava borgarligan stuðul úr Føroyum. 

- Í undanfarna valskeiði hava øll fýra fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi umboða reyða blokkin. Við hesum í huga haldi eg, at tað er flott, at forsætisráðharrin mitt í valmeldrinum gevur sær stundir at raðfesta ríkisfelagsskapin, sigur Bárður à Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.