Fyrrverandi forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen váttar, at ein nýggjur flokkur er á veg í Danmark.
Tað skrivar hann í eini klummu í B. T.
Lars Løkke Rasmussen hevur fleiri ferðir luftað tankan um at stovna ein nýggjan flokk, síðani hann á nýggjárinum meldaði seg úr Vinstra og síðani stovna politiska netverki, sum hann hevur kallað »Det Politiske Mødested«.
Og nú hevur hugskotið fingið luft undir veingirnar.
Uttan at fara alt ov nógv í smálutir skrivar fyrrverandi Vinstraformaðurin, at nýggi flokkurin ætlar at skapa »fremdrift og forandringer i et krydsfelt mellem en blå blok, der martres af værdipolitikken og en rød blok, der hænger fast i et fortidigt syn på individ og stat«.
Lars Løkke Rasmussen segði mikudagin við Berlingske, at hann ætlar at stovna »ein flokk í miðjuni av donskum politikki«.
Í B. T. skrivar hann einki um, hvussu nýggi flokkurin skal eita, ella hvør skal stilla upp til fólkatingval fyri flokkinum.
Men mikudagin var fyrrverandi fólkatingsmaðurin fyri Vinstra, Jakob Engel-Schmidt, settur í starv sum skrivari í politiska netverkinum hjá Lars Løkke Rasmussen.
Áðrenn nýggi flokkurin kann stilla upp, skal hann svana inn 20.100 veljaraundirskriftir.
Lars Løkke Rasmussen skrivar í klummuni, at yvir 15.000 danir hava meldað seg inn í »Det Politiske Mødested«, síðani tað var stovnað 8. januar.
Politiska netverkið hevur enn ikki boðað frá, um tað longu er farið í gongd við at savna saman undirskriftirnar.
Í B. T. avdúkar Lars Løkke Rasmussen, hvør politiska linjan hjá flokkinum fer at vera.
Her tosar fyrrverandi forsætisráðharrin millum annað um at »lækka vinnuskattir, so Danmark verður meira kappingarført« og samstundis fær møguleikan fyri at »hækka góðskuna í teimum tilboðum og korum, vit bjóða okkara veikastu.«
Hann skrivar eisini um møguleikan at umleggja lestrarstuðulin til lán hjá teimum, sum taka kanditatútbúgvingar.
Lars Løkke Rasmussen fór úr Vinstra 1. januar 2021 eftir at hava verið limur í flokkinum í fleiri enn 40 ár.
Hann var forsætisráðharri frá 2009-2011 og aftur frá 2015-2019.
Han var statsminister fra 2009-2011 og igen fra 2015-2019.
/ritzau/