Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, sendir eina heilsu til Tvøroyrar, á síni almennu Twitter vangamynd.
Umframt at siga seg verða skelkaðan yvir eldsbrunan og tey mongu fólkini, ið vórðu noydd at rýma av Tvøroyri, so sigur hann seg eisini verða til reiðar at hjálpa.
Hann skrivar soleiðis: Alarmeret over meget voldsom brand i Tvøroyri. Bedste ønsker for de mange evakuerede. Klar med hjælp om nødvendigt.