Lars Løkke varð føddur í Vejle 15. mai 1964, sonur Jeppe og Lise Løkke Rasmussen, navnið Løkke er familjunavn hjá mammuni.
Lars fekk studentsprógv í 1983. Hann hevur frá ungum árum verið virkin politiskt og var formaður fyri Venstres Ungdom frá 1986 til 1989.
Frá 1990 til 1995 arbeiddi hann sum freelance konsulentur, og í 1992 tók hann tók prógv sum Cand.jur. á Københavns Universitet.
Hann var limur í høvuðsstýrinum hjá Venstre frá 1986-90 og aftur síðan 1998, tá hann gjørdist formaður í flokkinum. Hann var amtsborgmeistari í Frederiksborg Amt frá 1998-2001.
Tann 5. april í ár tók Lars Løkke við sum statsministari í Danmark, eftir Anders Fogh Rasmussen sum tók við starvinum sum aðalskrivari í Nato.
Lars er giftur Sólrun sum er úr Havn, dóttir Bergljót av Skarði úr Havn og Jákup Petersen úr Klaksvík. Sólrun og Lars eiga børnini: Bergur, Lisa og Símun.