Lars Hjortshøj og Jesper Juhl undirhalda við sínum stand-up showi í Norðurlandahúsinum tann 2. apríl. Sjúrður Skaale verður eisini partur av tiltakinum. Lars Hjortshøj er serliga kendur fyri leiklutin sum Robert í ?Langt fra Las Vegas?, og sum vinmaðurin hjá Frank Hvam og Casper Christensen í skemtirøðini Klovn. Hann hevur eisini verið partur av donsku sendingini ?Live fra Bremen?.
Jesper Juhl er ungur danskur skemtari, sum hevur havt fleiri enn 300 shows í Danmark seinastu árini.
Tað er fótbóltsfelagið Giza, sum skipar fyri tiltakinum.